Nýggjastu tíðindini

31. 10. 2025
Mín jólabók 2025
27. 10. 2025
23000,00 kr. til Krabbameins­felagið frá Skála skúla.
22. 10. 2025
Vælkomin í skúlan í morgin, hósdagin , millum kl.16.00 og kl.18.00
15. 10. 2025
Kom og stuðla krabbameins­felagnum
30. 09. 2025
Varmakeldugarðurin
30. 09. 2025
Forskúlin vitjar Mowi
21. 09. 2025
Næminga­ráðið í Skála skúla valt. Inn komu fyri 7.fl. Mira, 6.fl. Malan Fríða, Jónfinnur og Aura. 5.fl. Rebekka og William, og fyri 4.fl.Signa, Poul Hans og Rosa Ann
21. 09. 2025
Vit eru eisini partur av Rudda Føroyar
21. 09. 2025
Visti tú av, at gularót er sera gott fyri eyguni?
12. 09. 2025
Væleydnaður foreldrafundur
Fleiri tíðindi
12. 06. 2018

Spæliliðið

Fríggjadagin 8. juni handaði Poul N. Poulsen spæliliðnum í Skála skúla prógv uppá, at tey hava gjøgnumført eitt arbeiði. Tey hava brúkt 3 av teirra fríkorterum um vikuna at spælt við teimum smáu børnunum, ella sagt á annan hátt, tey hava aktivera tey.

Tey hava lært, at uppgávan at aktivera (spæla) við teimum smáu kann bæði verða stuttlig og góð, men til tíðir eisini troyttandi. Soleiðis vil tað altíð verða, tá ið man arbeiðir við menniskjum. Tit hava bæði givið og móttikið. 

Í eygunum á hesum smáu eru tit stjørnur.

Sum tøkk ella løn fyri gott arbeiði, var spæliliðið fríggjadagin í Leirvík og bovlaðu og ótu ein góðan bita. 

Takk fyri gott arbeiði: Rakul, Fríða, Bjarta, Halda, Annliss, Asbjørn og Heri.