Nýggjastu tíðindini
Samrøðubólkar
Og so kom summarfrítíðin....
Námsfrøðiligur stuðul til forskúlan í Skála skúla
Starv í forskúlanum frá 12.august 2026 til 1.januar 2027
Hagatúrur, tivolidagur og mangt annað.
15.000.00 kr. til Reyða kross
Lærarastarv í forskúlanum í Skála Skúla
Lærarastarv í Skála skúla
Rætting til hósdagin
Reyðakross cafe
Gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár
Vit fara at ynskja tykkum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár. Skúlin byrjar aftur hósdagin 2.januar kl.8.00. Vit hava havt eina góða og læruríka fyrru hálvu, við nógvum góðum upplivingum, við fittum næmingum. Vit endaðu fyri jól, við einari hugnaligari løtu í fullsettari kirkju. Stuttligt at síggja so mong, umframt okkum, sum koma frá skúlanum. Næmingarnir vóru óførir, at framføra ymiskan tónleik og høvdu, sum altíð, ein týðandi leiklut undir kirkjugongdini. Vit gleða okkum, at fara undir seinnu hálvu. Umframt vanligu skúlagongdini, er eisini annað á skránni. Tey seinastu eplini skulu takast upp, talentkapping skal verða, føðingardagurin hjá okkum øllum, umframt skúlanum 21.februar skal haldast, við onkrum góðum, og ikki at gloyma Reyðakrosscafein í mai. Ikki sørt vit gleða okkum, til tað verður ljósari og betri veður. Tá kunnu vit fara longri túrar, bæði til fjals og fjøru, og onkur góður súkklutúrur verður eisini, og so ikki at gloyma seturskúlar og útferðir. Tær dagligu góðu og læruríku løturnar vit hava saman, eru ikki minni týdningarmiklar. Vit gleða okkum, at síggja næmingarnar aftur hósdagin 2.januar kl.8.