Nýggjastu tíðindini
Ruddingartúr
Veturin kom við kulda og kava
Gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár
Skúlin stongdur í dag hósdagin 5.desembur/school closed to day 5th december
Jólini nærkast í hvørjum.....
Landstýrismaðurin á vitjan
Stramma upp við telefonnýtsluni
Nýtt skúlastýri tekur við 1.januar 2025
Skúlastýrisval 12.novembur
INFORMATION-meeting for parents, from the Philippines, who have children in schools around the fjord.:
Kunning um OL evnisdagar
Góðu foreldur og næmingar
Kunning um OL evnisdagar
Í døgunum 14.-16. mai 2024 fara Stranda og Skála skúli saman við frískúlanum Kelduni at skipa fyri evnisdøgum. Evnið verðu "OL". Endamálið við evnisdøgunum er, at næmingar og lærarar á hesum trimum skúlum hittast og røra seg. Hesar dagarnar fara vit at leggja dent á: -samanhald -trivnað -rørslu (ikki kapping)
Vit fara at hava ymiskar rørslu- og ítróttaraktivtetir. Tiltakið byrjar við OL-setan í Kelduni týsmorgunin, og tiltakið endar hósdagin við einum felagstiltaki á Skála. Næmingarnir fara at luttaka í ymiskum aktivtetum á ymisku skúlunum.
Skrá fyri dagarnar:
Týsdagin: Øll møta á sínum skúla, síðan verða næmingarnir í Skála og Stranda skúla koyrd til Skálafjarðar. Har verður OL- setanin. Eftir setanina verða næmingarnir í miðdeildunum (á øllum skúlum) koyrd út á Skála, og næmigarnir í hádeildunum (7.-10. fl.) verða koyrdir út á Strendur. Næmingarnir verða aftur á sínum skúla umleið kl. 13:00. Næmingarnir skulu vera klæddir eftir verðrinum og hava matpakka og dunk við vatni í við sær.
Mikudagin: Næmingarnir møta á sínum skúla til vanliga tíð. Henda dagin verður miðdeildin í Skálafirði, og byrjanardeildinar vera á Skála (næmingarnir verða koyrdir). Hádeildin verður á Strondum. Næmingarnir verða aftur á sínum skúla umleið kl. 13:00. Næmingarnir skulu vera klæddir eftir verðrinum og hava matpakka og dunk við vatni í. Hendan dagin hava næmingarnir í hádeildini møguleika at keypa flutes fyri 30 kr. Havið reiðan pening við.
Hósdagin: Næmingarnir møta á sínum skúla til vanliga tíð. Allir næmingarnir vera á Skála. Næmingarnir í Stranda skúla og Frískúlanum Kelduni verða koyrdir inn á Skála. Hendan dagin skulu næmingarnir hava skiftiklæðir og dunk við vatni í við. Vit fara at grilla, og hvør næmingur fær ein burgara og eina pylsu við breyði, umframt eina Kirvi fløsku. Næmingarnir verða aftur á sínum skúla umleið kl. 13:00.
Leiðsur og starvsfólk halda hetta verður spennandi at royna og gleða okkum til dagarnar.
Vinarliga
Leiðslur og starvsfólk í Stranda skúla, Skála skúla og Frískúlanum Kelduni