Nýggjastu tíðindini

16. 06. 2025
Ítróttardagur
13. 06. 2025
Spæliliðið fingið prógv
30. 05. 2025
Lærarastarv í Forskúla­num í Skála skúla
22. 05. 2025
Reyðakross cafein
22. 05. 2025
Skálafjall
14. 05. 2025
Kvøldseta hóskvøldið kl.18.00
12. 05. 2025
Endur­nýtslufestivalur í okkara skúla
04. 05. 2025
Søkt verður eftir lærara og stuðli
23. 04. 2025
Felags morgunsangur
04. 04. 2025
4 & 6 flokkur í landsroynd
Fleiri tíðindi
09. 05. 2021

Skála skúli vunnið veðurlagsvirðislønina

Vit eru sera fegin um at hava vunnið veðurlagsvirðislønina. Hetta er eitt ordans herðaklapp, og gevur okkum ordiliga hug til at arbeiða víðari við at gerast enn meira burðardygg.
 
Í grundgevingini at lata Skála skúla virðislønina sigur Lærarafelagið millum annað, at Skála skúli er ein skúli, ið hevur skarað framúr í arbeiðinum at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og loysnir á veðurlagsavbjóðingum.
 
Vit ynskja at takka tykkum øllum sum hava stuðlað okkum so væl, m.a. vð at lata klæðir og lutir inn til endurnýtslukaféina, teimum ið hava keypt endurnýtslunet og ikki minst teimum ið hava tikið sær tíð at svara spurnabløðunum, ið næmingar hava tikið heim við.
 
Ein sera týdningarmikil lyklapersónur hevur verið húsavørður okkara, Pauli, sum m.a. hevur smíðað kassar til sankutøð, ansað høsnarungar, áðrenn teir komu úr eggunum og aftaná.
 
Vit gleða okkum at feira tað í skúlanum saman við næmingunum :)