Rørsla

Rørsla er ein stórur partur av undirvísingini í Skála skúla.

Umframt vanligu ítróttartímarnar, sum eru tveir tímar um vikuna í ítrótti ella svimjing hjá øllum flokkum, leggja vit stóran dent á rørslu í skúladegnum.

Fýra tímar um vikuna er ein lærugrein, sum eitur rørsla á tímatalvuni. Flokkarnir skiftast um at hava hesar tímar, seks vikur í senn. Í hesum tímum eru vit fyri tað mesta úti, og tað er í øllum veðri. Ruskveðurstúrarnir eru ikki minni góðir. tað sum ræður um, er at vera ílatin eftir veðrinum. Vit ganga varðagøtur, í fjøruni, fjallatindar og vitja støð, har sagnir eru knýttar at.

Nú lýkkan kemur, fara vit at svimja á sjónum, og annars hugna okkum í og við sjógvin.

Eisini í vanligu undirvísingini, royna vit at fáa rørslu inn. Gransking sigur, at børn, og eisini vaksin, læra betri, um tey røra seg. Umframt at læra skjótari, festir tað lærda seg betri í langtíðarminninum. Eisini er hugurin nógv betri hjá næminginum, um vit hugsa rørslu inn í undirvísingina.