Nýggjastu tíðindini

04. 05. 2025
Søkt verður eftir lærara og stuðli
23. 04. 2025
Felags morgunsangur
04. 04. 2025
4 & 6 flokkur í landsroynd
03. 04. 2025
Hjartaliga tillukku
02. 04. 2025
Talvkapping
14. 03. 2025
Tjaldur verð vælkomið
04. 03. 2025
Ein heilt serligur dagur
04. 03. 2025
Syng føroyskt
04. 03. 2025
Helgi Dam Ziska á vitjan
26. 02. 2025
Syng føroyskt
Fleiri tíðindi
23. 02. 2023

Føstulávint 2023

Í ár máttu vit útseta føstulávintshaldið til týsdagin, tí skúlin var stongdur mánadagin vegna illveður. Hetta er altíð ein heilt serligur dagur. Stuttligt er at síggja hvussu hugflogið hevur fingið frítt flog. Eins og undanfarin ár, vóru bæði skrímsl av ymiskum slagi, fínar damur, ymisk djór og  mangt annað, møtt í høllini til tunnusláing.

Vit byrjaðu, sum altíð, við togtogan, sum var sera spennandi. Drúgt var at fáa tunnurnar niður,men til endans vóru kattakongarnir funnir. Eisini var okkurt gott at fáa til matna.

Ein hugnaligur og stuttligur dagur var komin at enda. Nú gleða vit okkum til føðingardagin hjá skúlanum og okkum øllum, sum verður hildin fríggjadagin. Tá fara vit eisini at hava talentkapping og tað plagar ikki, at verða minni stuttligt.