Skála skúli - ein grønur skúli
Royndir
Seinastu árini hava vit í Skála skúla arbeitt miðvíst við, at kunna næmingarnir um, hvussu vit øll hava ábyrgd av, at hugsa um at verða meira burðardygg. Við at greiða næmingunum frá, á einum støði, sum tey skilja, hvat er við at henda, um vit ikki steðga á og hugsa okkum væl um. Vit hava lagt størsta dent á nærumhvørvi, okkara skúla, økið kring skúlan og eisini bygdasamfelagið, har skúlin er staðsettur. Vit kunnu ikki broyta alt, men øll kunnu vit vera við til at broyta eitt sindur á røttu leiðini. Vit hava nú arbeitt við hesum í nøkur ár og næmingarnir eru fullkomuliga við í øllum og altíð fúsir, at fara í gongd við okkurt nýtt.
Tilgongdin
Vit eru í eini tilgongd, har nøkur ting eru komin í eina fasta legu, onnur eru í byrjunartilgongdini og aftur onnur eru fyri framman.
Komið í fasta legu
- Vit skilja rusk
- Vit framleiða okkara egnu mold
- Í Skála skúla nýta vit ikki einnýtisborðbúnað
- Vit endurnýta pappír, og framleiða okkara egna
- Vit seyma innkeypsnet at hava heim við og til Skálan
- Vit hava egna eplaveltu, rabarbugarð og ymiskt grønmeti
- Næmingar ansa eftir hønum og dunnum hjá skúlanum
- Um várið eru vit á fjørðinum og fiska, og um heystið fletta vit.
- Hvørt ár, hava vit eina endurnýtslukafé, har allur peningurin fer til Reyða kross.
- Næmingar fáa undirvísing í burðardygd, og eisini vitja teir m.a. IRF og Reyða kross
Vit eru í gongd við
Í byrjunartilgongdini og tó, er at nevna tálgina. Hugskotið kom, tá vit sóu alla tálgina sum fór burtur í heyst, tá vit vóru við í flettingini. Vit spurdu um skúlin kundi fáa eitt sindur av tálg og vit fingu eini 50 kg. Vit hava síðani gjørt royndir við tálgini. Vit hava gjørt ymiskt sløg av sápu, krem og ljós. Okkurt hevur eydnast væl, annað ikki so væl, men lærdómurin liggur í royndunum.
Læring og ábyrgd
Vert er at nevna, at í øllum hesum er ein rúgva av læring. Alt verður skrivað niður,t.d.tá sápan verður gjørd, hvussu nógvur hiti, hvussu nógv av vatni, tálg, lukti, og liti. Eisini tá velt verður, hvussu nógv fold kom upp, hvørji epli vóru nýtt, hvørji tøð, tí vit gera eisini okkara egnu royndir við eplaveltuni, við at seta ymisk sløg av eplum og brúka ymisk tøð. Allir næmingar eru við í arbeiðinum, líka frá forskúlanum til 7.fl. Vit ynskja ikki at avmarka hetta til ein ávísan flokk og til ein ávísan bólk av starvfólkum. Vit trúgva uppá, at hetta skapar eina felags kenslu og eitt samanhald, sum vit eisini hava sæð í verki. Allir næmingar kenna eina ábyrgd, allir hava eitt ábyrgdarøki. Ein flokkur tekur sær av sankutøðunum, ein av rabarbugarðinum, ein av høsnunum og so frameftir.
Børn læra børn
Vit halda, at okkara skúli, hevur góðar og drúgvar royndir innan burðardygd, og vilja vit fegin geva okkara íkast til ein meira burðadyggan fólkaskúla. Vit eru tí farin í gongd við at hava undirvísing fyri børnum á øðrum stovnum. Næmingar úr eldru flokkum, hava undirvíst børnum úr barnagarðinum um pappír, hvussu tað verður framleitt, hvørja ávirkan tað kann hava á náttúrina, um vit fella ov nógv trø og hvussu vit kunnu endurnýta pappír. Tey hava roynt at framleitt ymisk pappír og dámdi báðum pørtum hetta sera væl.
Framtíðarætlanir
Vit fara at halda fram við hesum og eisini deila aðrar royndir vit hava gjørt, t.d.við planting og endurnýtslu av toyi. Okkara vón er, at burðardygd verður sett á tímatalvuna í øllum skúlum í Føroyum. Hetta sera týdningarmikla økið, skulu vit taka í álvara. Okkara børn og ungu eru tey, sum skulu bera hetta víðari, tí er sjálvsagt, at hetta skal hava nógv størri pláss í skúlanum.
Myndir av gerandisdegnum í okkara grøna skúla
- Myndir (31.15 MB)