Fletting

Mikudagin 3.okt. vóru vit so hepnir í 1.fl at sleppa heim til Andreas og tey at síggja eina fletting. Tað var Andreas Petur, sum fletti. Hann dugdi ordiliga væl, og hann lovaði okkum at royna. Vit bundu og loystu seyðband. Vit sluppu eisini at tumma o.a. Lambið vigaði 25 pund. Aftaná fóru vit inn til Andreas at spæla, og so fingu vit ein góðan døgurðabita og ís omaná. Ein sera góður dagur, og vit takka Andreasi fyri.