Vikuætlan

Árligi foreldrafundurin hjá skúlastýrinum mikukvøldið 10.septembur kl.19.00 til 20.00/ Annual Parent Meeting by the School Board – Wednesday 10 September, 7:00–8:00 pm

 

Árligi fundurin hjá skúlastýrinum fyri øll foreldur at næmingum í Skála skúla, verður mikudagin 10.septembur kl.19.00. Vit ætla, at fundurin er liðugur kl.20.00.
Skráin er áhugaverd. Heidi Tvørfoss kemur at greiða frá týdninginum av, at børn eru partar av sunnum felagsskapum.


Eisini fer Petur Hansen at greiða frá, hvussu vit kunnu avmarka atgongdina hjá børnum, at koma inná ymiskar appir, sum ikki eru hóskandi til tey. Hetta, at børn ferðast óavmarkað á netinum, er ein vaksandi trupulleiki og kann hava sera óhepnar avleiðingar. Tí er gott sum foreldur, at kunnu stýra hvørjum pallum børnini ferðast á, har tað er møguligt. Hetta hava tit møguleika at læra tykkum mikukvøldið kl.19. Minnist til at hava fartelefonina við.


Ein góðan drekkamunn fáa tit eisini.

________________________________________________________________________

Annual Parent Meeting by the School Board – Wednesday 10 September, 7:00–8:00 pm

The annual meeting for all parents of students at Skála School will be held on Wednesday 10 September at 7:00 pm. We expect the meeting to finish by 8:00 pm.

Heidi Tvørfoss will talk about the importance of children being part of healthy communities. Petur Hansen will also explain how we can limit children's access to various apps that are not suitable for them.

The fact that children can roam freely online is a growing problem and can have very unfortunate consequences. Therefore, it is good for parents to be able to control which platforms their children use, where possible. You will have the opportunity to learn about this on Wednesday evening at 7:00 pm.

If you require a translator for the meeting, please contact the head of school (phone number: 237052) no later than Tuesday at noon. Thank you

“Drekkamuður” (coffee, tea and something sweet will be offered).

Vikuætlan //Vika 38 - 2025

Mán
15. sep
Týs
16. sep
Rokning
Vit arbeiða við vinklum. Roknið uppgávuna "vinklar 16 sep" á Emat, heima til í dag.
Mik
17. sep
Hós
18. sep
Ítróttur
Frí
19. sep

Góðu næmingar og foreldur

Í Skála skúla leggja vit stóran dent á kreativitet og rørslu. Tveir tímar,mána og mikudag, frá kl. 11.55 til kl.13.35 liggja hesar tímar. Frá skúlaársbyrjan og til umleið viku 43, og so aftur eftir páskir fram til summarfrítíðina, hava næmingarnir rørslu.

Hetta eru næmingar í 3.,4.,5.,6. og 7.fl. 3. og 4. er ein bólkur og 5., 6. og 7.fl. er ein bólkur. Hjá Emil og Nomi ganga tey varðagøtur, fjørutúrar, súkklutúrar og  gera ymiskan mat úti, m.a. Hjá Poul og Ólavi er tað ítróttur og ymisk spøl, við og uttan bólt.

Mánadag eru tey yngru hjá Emil og Nomi og tey eldru hjá Ólavi og Poul. Mikudag er tað umvent. Vit eru altíð úti, so tað er týdningarmikið, at vera ílatin eftir veðrinum og í góðum skóm. 

Vetrarhálvuna hava tey smíð, handarbeiði, evning, heimkunnleika og teldu. Tit fáa nærri kunning um hetta.

 

 

snar.fo

Um rokning ikki virkar inni á snar, royni so hetta, sí myndir. Tað er ofta tí, at flash-playarin ikki loyvir tí. Trýst á lítla i'ið inni í sirklinum uppi í kagarinum. Vel "allow" ella "tillad" flashlayer og uppdatera síðuna, so skuldi rigga.