Fundafrásøgnir

Góðu tit øll

Skúlastýrið fyri Skála skúla seinastu fýra árini, ynskir við hesum skrivi, at takka fyri seg og stutt greiða frá, hvat vit hava arbeitt við hesa setuna.

Av størri málum kunnu vit nevna, at finna eitt spælapláss til skúlan. Undanfarin skúlastýri hava gjørt eitt megnar arbeiði,  fyri at skaffa játtan til spælapláss, og tí var klárt hjá okkum ,at spyrja um tilboð ymsa staðni frá. Børn og vaksin vísa seg at vera væl nøgd við spæliplássið og verður tað brúkt bæði í og uttanfyri skúlatíð.

Vit hava eisini verið við til viðgerð av ljóðanleggi til skúlan, sum var sera tiltrongt til Miðhøllina. Harumframt kann nevnast, at bókasavnið er vorðið eins dagført við bókum og bókasavnið við Løkin.

Somuleiðis hava vit skipað fyri tveimum stak áhugaverdum foreldrafundum við Aage Dyssegaard og Ásbjørn Berthelsen.

Skúlastýrið hevur felags skúlastýrisfundir við skúlastýrini fyri Tofta -, Runavíkar, Oyndarfjarðar, Frískúlan Keldan og Stranda skúla og eru her árligir fundir. Tá okkara skúlastýrið helt felagsfundin var evnið: Integratión og var hetta sera áhugavert og viðkomandi.

Eitt annað mál vit hava arbeitt við, og sum tíverri ikki bar á mál hesa setanina, er at fáa vallistar til skúlastýrið fyri Runavíkar kommunuskúla, at vera á valstaðnum á Skála. Vónandi fer hetta at eydnast hjá komandi skúlastýri.

Vit takka fyri gott samstarv við skúlaleiðslu, kommunu og øll onnur, vit hava samskift við, og ynskja øllum eitt gott val og bestu eydnu til komandi skúlastýri.

 

Skúlastýrið fyri Skála skúla.

Anna Petersen   Anna Christiansen    Alexandur Johansen    Pauli Poulsen     Jørgin Thomsen  

Jonnhild Reynholdsdóttir      Nomi Jacobsen