Seturskúli

Seturskúlar hjá Skála skúla

Skála skúli hevur valt at fara á seturskúla á hvørjum ári við 4. og 6.fl.

4.flokkarnir fara á seturskúla í 2 dagar – altso sova eina nátt. Fíggjarligi stuðulin frá skúlanum til seturskúla hjá 4.flokki er 300 kr.til hvønn næming og hvønn lærara.

6.flokkarnir fara á longri seturskúla. Vanligt hevur verið, at tey eru heimanífrá uml. 3 dagar. Seinastu árini hevur ferðin verið til Íslands. Fíggjarligi stuðulin frá skúlanum til seturskúla hjá 6.flokki er 500 kr. til hvønn næming og hvønn lærara.

Skúlin skal ansa eftir, at kostnaðurin ikki gerst ov høgur. Atlit skulu takast til støðuna hjá foreldrum, og havast má í huga, at øll skulu kunna vera við.