Kunning frá Skúlastýrinum

Skúlabygnaður er eitt mál fyri kommunustýrið 

Á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu stendur at lesa tann 26. mars, at kommunustýrið á Strondum á kommunustýrisfundi tann 25. mars 2013 hevur viðgjørt eitt tilmæli frá Skúlastýrinum í Stranda skúla um nýggjan skúlaleist á vestara armi á Skálafjørðinum. Kommunustýrið samtykti einmælt at taka undir við uppskotinum, og at bjóða Runavíkar kommunu og Skála skúla til økt og tættari samstarv.

Fyri at ongin misskiljing skal vera um, hvønn leiklut skúlastýrið fyri Skála Skúla hevur í hesum máli, skriva vit hetta kunningarskriv. Vit vita, at hetta er eitt viðkvæmt mál, og vit meta tað vera sera týdningarmikið, at foreldur og avvarandi av Skála skúla fáa greiða kunning. Vit ynskja at fyribyrgja óneyðugum órógvi og ógrundaðum gitingum. Tískil vilja vit hervið gera heilt greitt, at vit ikki formliga eru partur av hesum uppskoti. Her er talan um eitt uppskot, sum skúlastýrið í Stranda skúla hevur lagt fram fyri Sjóvar kommunu. Kommunustýrið hevur tikið undir við tilmælinum og sendir tað víðari til Runavíkar kommunu.

Vit síggja okkum í fyrstu atløgu sum uttanveltaðan part í hesum máli. Vit taka hvørki undir við uppskotinum ella eru ímóti.

Vit eru áhugaði í samskifti og menning av Skála skúla

Stutt eftir at nýggj skúlastýri tóku við á nýggjárinum, fingu vit innbjóðing um at koma á fund við skúlastýrið á Strondum m.a. fyri at tosa um møguligt samstarv. Vit hava hildið tveir sera góðar fundir, har vit hava viðgjørt fyrimunir, vansar og møguleikar fyri samstarvi millum Skála og Stranda skúla. Síðani hava vit í skúlastýrinum á Skála viðgjørt og tikið støðu til eitt ítøkiligt uppskot um ein yvirskipaðan skúlaleist, sum umfatar flokkarnar frá forskúla til 10. flokk. Tað er í høvuðsheitum hetta uppskot, sum nú er útgreinað, tillagað og viðgjørt í Sjóvar kommunu.

Vit kundu ikki taka undir við uppskotinum av hesum orsøkum:

Skúlabygnaður er eitt mál fyri kommunustýrið, og tískil ikki okkara ábyrgdarøki.
Framhaldsdeild er á Strondum og í Runavík, og er tí heldur ikki eitt mál fyri okkara skúlastýri.
Vit meta okkum at hava rætt at viðgera skúlasamstarv sum heild. Men tá tað røkkur út um flokkarnar í Skála skúla frá forskúla til 7. flokk, og vit ikki einmælt eru samd um, hvat er rættast at gera, so vilja vit ikki koma við nakrari almennari áheitan til kommunustýrini um hetta uppskotið, sum er lagt fram.

Tó kunnu vit alment siga, at hóast onki ítøkiligt uppskot er viðgjørt, um bert at samstarva um forskúla upp til 7. flokk, so vóru vit í skúlastýrinum fyri Skála Skúla samd um, at hetta kundi verið áhugavert at tosa nærri um. Men tað er eitt annað mál, sum ikki er á dagsskrá í løtuni.

Nú vóna vit, at foreldur og borgarar á Skála vita hvørja støðu skúlastýrið fyri Skála skúla hevur í hesum máli. Vit fylgja gjølla við, hvørja støðu kommunustýrið í Runavíkar kommunu tekur til uppskotið frá Sjóvar kommunu og vóna at verða hoyrd, áðrenn ein møgulig broyting fer fram.

Vegna Skúlastýrið fyri Skála Skúla
Svend Højgaard, form.