Nýggjastu tíðindini

21. 04. 2024
Týsdagin 23.apríl
15. 04. 2024
Landsroynd 2024
22. 03. 2024
Gleðiligar páskir
22. 03. 2024
Skúla­leikir og telving. Røsk børn í Skála skúla
22. 03. 2024
Leikur í Fuglafirði og í Skúlanum við Løkin
22. 03. 2024
Vit syngja føroyskt
08. 03. 2024
Felags foreldrafundur
26. 02. 2024
Hugnaløta fyri Emil
26. 02. 2024
Skúlin og vit øll føðingardag og eisini talentkapping
19. 02. 2024
Grønur dagur í Skála skúla
Fleiri tíðindi
26. 02. 2024

Hugnaløta fyri Emil

Í seinastu viku, høvdu vit eina hugnaliga løtu fyri Emil. Emil fekk nógv rósandi orð í røðunum og hann helt eisini eina áhugaverda røðu, har hann hugleiddi um sítt skúlalív og stóru broytingarnar, sum eru farnar fram. Jón Magnus hevði málað ein vakran málning, sum hann fekk í gávu frá skúlanum.Hann varð útlærdur lærari í 1984 og starvaðist mongu fyrstu árini í Elduvík og Funningsfirði. Tá skúlin bleiv niðurlagdur í Funningsfirði, kom hann til Skála skúla at arbeiða, hann hevur arbeitt her í 13 ár. Emil fylti 70 ár í januar, men tíbetur hevur hann valt at hava nakrar tímar í skúlanum enn. Hann er álitið, tá tað kemur til at ganga túrar í náttúruni, sum vit leggja stóran dent á, at næmingarnir uppliva. Eisini er hann fúsur, tá ein velta skal gerast og annað, sum hevur við Grøna skúlan at gera. Vit vóna, at Emil framhaldandi ynskir at hava tímar hjá okkum og gevur sær tíð, at støkka inn á gólvið til ein drekkamunn og hugnaligt prát.