Nýggjastu tíðindini

21. 04. 2024
Týsdagin 23.apríl
15. 04. 2024
Landsroynd 2024
22. 03. 2024
Gleðiligar páskir
22. 03. 2024
Skúla­leikir og telving. Røsk børn í Skála skúla
22. 03. 2024
Leikur í Fuglafirði og í Skúlanum við Løkin
22. 03. 2024
Vit syngja føroyskt
08. 03. 2024
Felags foreldrafundur
26. 02. 2024
Hugnaløta fyri Emil
26. 02. 2024
Skúlin og vit øll føðingardag og eisini talentkapping
19. 02. 2024
Grønur dagur í Skála skúla
Fleiri tíðindi
19. 02. 2024

Grønur dagur í Skála skúla

Vit hava havt nakrar spennandi dagar í Skála skúla. 14.februar høvdu vit sett til at verða ein grønur dagur, men av tí, at øll tiltøkini ikki kundu verða 14.brúktu vit 16.februar eisini.

Dagurin byrjaði við morgunsangi sum vanligt. Vit sungu vakra sangin hjá Hans Andriasi Tey standa og vagga og tráa, sum lýsir virðið í náttúruni so væl. Sangurin endar við hesum orðum: Hvør vøkstur Guð hevur fagnað, og hvør eigur lívsins rætt.

Síðani greiddi Lítla Mikkelsen frá sínum barnaárum á Skála. Næmingarnir sótu hugagóðir og lurtaðu og høvdu nógvar spurningar. Tað er eisini ringt at fata hjá børnum í dag, at man kundi liva uttan teldu, telefon, wc, brúsu og onki góðgæti heldur. Hon segði teimum, at tá bleiv ruskið bara tveitt í øskudungan ella í fjøruna. Seinni kom ruskbilurin, men ruskið bleiv bara lempa á sjógv við Æðuvík og endaði antin í havinum ella um ættin lá at landinum í fjøruni har um leiðir.

Aftaná ein steðg kom Jón Bogi at greiða frá. Hann siglur við einum Mærsk skipi, sum savnar saman rusk, einamest plastikk, sum liggur og flýtur úti í Stillahavinum. Felagsskapurin The Ocean Cleanup stendur aftanfyri hettar megnar arbeiði. Stovnarin av hesum felagskapi er Boyan Slat. Inni á heimasíðuna hjá teimum, er nógv áhugavert at lesa.

Tað mesta burturkasti kemur frá skipum, skipini íð koma harfrá, gera enn tað, sum føroyskt skip gjørdu fyri árum síðani. Tá bleiv alt blaka á sjógvin, gørn sum ikki kundu brúkast longur, línustubbar og dunkar av ymiskum slagi. Tíbetur hava vit lógir, sum forða hesum nú, hetta krevur so eisini, at vit hava støð, har skipini kunnu lata burturkasti inn, tá tey koma til lands og tað hava vit.

Jón Bogi dugdi sera væl at greiða frá og vit sóu áhugaverdar myndir, men eisini ræðandi myndir. Stórar plastikkoyggjar liggja og flóta úti á opnum havi og doyggja nógv djór av hesum. Eisini verða t.d. plastikkfløskur bara blakaðar út í náttúruna og hetta eru fleiri tons av fløskum. Tá tað so fer at regna, fer alt oman við teimum stóru áunum, tær sum ikki fara á sjógv tippa áarósan og kann hetta skjótt enda við stórari náttúruvannlukku. Vit kunnu bara vóna, at okkurt verður gjørt við hetta sum skjótast. Bara tað, at ein innlatingarskipan verður gjørd til fløskur, hevði verið ein stórur bati.

Seinasti fyrilestrarhaldari var Sólgerð Andreassen, hon er serkøn innan havhest og hvussu dálking á sjónum hevur ávirkað havhestin ígjøgnum fleiri ár. Eisini hon dugdi sera væl at fanga børnini.

Vit eru sera takksom fyri, at tey góvu sær tíð, at koma til okkum at fortelja. Vit skulu gera okkara í Skála skúla, framhaldandi at ansa eftir náttúrini, sum tað stendur í vakra sanginum hjá Hans Andriasi: Hvør vøkstur Guð hevur fagnað, og hvør eigur lívsins rætt.