Vikuætlan

Vikuætlan //Vika 18 - 2024

Mán
29. apr
Týs
30. apr
Mik
1. mai
Hós
2. mai
Frí
3. mai

Góðu næmingar og foreldur

Í Skála skúla leggja vit stóran dent á kreativitet og rørslu. Tveir tímar,mána og mikudag, frá kl. 11.55 til kl.13.35 liggja hesir tímar. Frá skúlaársbyrjan og til umleið viku 43, og so aftur eftir páskir fram til summarfrítíðina, hava næmingarnir rørslu.

Hetta eru næmingar í 3.,4.,5.,6. og 7.fl. 3. og 4. er ein bólkur og 5., 6. og 7.fl. er ein bólkur. Hjá Emil og Nomi ganga tey varðagøtur, fjørutúrar, súkklutúrar og  gera ymiskan mat úti, m.a. Hjá Poul og Ólavi er tað ítróttur og ymisk spøl, við og uttan bólt.

Mánadag eru tey yngru hjá Emil og Nomi og tey eldru hjá Ólavi og Poul. Mikudag er tað umvent. Vit eru altíð úti, so tað er týdningarmikið, at vera ílatin eftir veðrinum og í góðum skóm. 

Vetrarhálvuna hava tey smíð, handarbeiði, evning, heimkunnleika og teldu. Tit fáa nærri kunning um hetta.

 

FSA (Føroyskt sum Annaðmál) -Tilfar og venjingar 

 

 

 

Talgildar rokniuppgávur til Rokning 3a og 3b 

EMAT BRÚKARANØVN OG LOYNIORÐ

Snar.fo

- www.snar.fo

- vel, "lærugreinar" og vel "støddfrøði"

- vel " rokning 2" og vel so " teldutøkar uppgávur 2a"

Um rokning ikki virkar inni á snar, royni so hetta, sí myndir. Tað er ofta tí, at flash-playarin ikki loyvir tí. Trýst á lítla i'ið inni í sirklinum uppi í kagarinum. Vel "allow" ella "tillad" flashlayer og uppdatera síðuna, so skuldi rigga.

Hesi fittu forskúla børn høvdu fyrsta skúladag mánadagin 19.august :)

Ymiskar myndir :)

Eingin myndasøvn