Vikuætlan

Kunning frá heilsufrøðinginum

Tær næstu vikurnar bjóðar heilsufrøðingurin á skúlanum øllum børnunum í 7. flokki til samrøðu og kanning. Umframt samrøðuna við heilsufrøðingin verða eyguni, hædd og vekt kannaði. Í bólki verður undirvíst um at vera tannáringur.

Børnini hava øll fingið ein brævbjálva heim við, sum bert er ein kunning samsvarandi við hesa kunning.

Foreldur eru vælkomin at seta seg í samband við heilsufrøðingin, um tørvur er á hesum, áðrenn tosað verður við títt barn.

 

Vinaliga

Anja Hammer

Heilsufrøðingur anjah@gigni.fo

tlf 562302

Vikuætlan //Vika 18 - 2024

Mán
29. apr
Lesa kap 16í Ronja Ránsmannadóttir
Týs
30. apr
Da
Lesa kap 15 Brødrene Løvehjerte
Mik
1. mai
Da
Lesa kap 16 Brødrene Løvehjerte
Lesa kap 17í Ronja Ránsmannadóttir
Hós
2. mai
Frí
3. mai
Lesa kap 18 í Ronja Ránsmannadóttir

Góðu næmingar og foreldur

Í Skála skúla leggja vit stóran dent á kreativitet og rørslu. Tveir tímar,mána og mikudag, frá kl. 11.55 til kl.13.35 liggja hesar tímar. Frá skúlaársbyrjan og til umleið viku 43, og so aftur eftir páskir fram til summarfrítíðina, hava næmingarnir rørslu.

Hetta eru næmingar í 3.,4.,5.,6. og 7.fl. 3. og 4. er ein bólkur og 5., 6. og 7.fl. er ein bólkur. Hjá Emil og Nomi ganga tey varðagøtur, fjørutúrar, súkklutúrar og  gera ymiskan mat úti, m.a. Hjá Poul og Ólavi er tað ítróttur og ymisk spøl, við og uttan bólt.

Mánadag eru tey yngru hjá Emil og Nomi og tey eldru hjá Ólavi og Poul. Mikudag er tað umvent. Vit eru altíð úti, so tað er týdningarmikið, at vera ílatin eftir veðrinum og í góðum skóm. 

Vetrarhálvuna hava tey smíð, handarbeiði, evning, heimkunnleika og teldu. Tit fáa nærri kunning um hetta.

Fartelefoninar
Ein áminning
Næmingarnir hava bert loyvi, at hava fartelefonina við í skúla, um hon er sløkt og í taskuni. Hetta er frá tí tey koma inn um gáttina í skúlanum, til tey fara útum aftur, tá skúladagurin er liðugur. Um hetta ikki verður gjørt, missa tey telefonina og so mugu tit koma í skúlan eftir henni.
v.h.
Nomi

 

Ùtilív! 

Minnist til:

Tann dagin tit hava útilív, skulu tit hyggja ella lurta eftir útvarpinum, fyri at vita  hvussu veðrið verður tann dagin.

Klæðast eftir veðrinum. (góðar gonguskógvar ella styvlar og hóskandi klæðir.

Um okkurt annað serstakt verður gjørt, kemur tað á tímatalvuna

 

Lesing er venjing.

Les væl uppá og minst til at lesa 20 min. hvønn dag.

https://forms.office.com/Pages/ResponsePage.aspx?id=TWbUsi8C20e3cWLMLmUxR5spPkDTNkpBqVmyGSBRRPBUM01CODVFOTgxUVlGSzA3OTdHWkRMSTE2WS4u