Toast
Í samband við landsinnsavning hjá Krabbameinsfelagnum, fara vit í Skála skúla eisini at gera okkara íkast. Næmingarnir fáa møguleika at keypa sær toast týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag í viku 11 og 12. Tað kostar 10 kr. fyri eina toast. Veljast kann ímillum fransbreyð og rugbreyð. Tey velja sjálvi, hvat tey vilja hava ímillum av hesum: skinku, knorr, ost, ketchup og sinnop. Vit savna peningin inn fríggjadagin 12 mars fyri viku 11 og fríggjadagin 19.mars fyri viku 12.
5.flokkur (Nomi og Tórunn)
Góðu foreldur
Um barnið vísir sjúkueyðkenni, so sum illa fyri, hostar og hevur ilt í hálsinum, skal tað ikki koma í skúla. Allarbest er, um tað verður kannað, áðrenn tað kemur aftur í skúla.
vh Nomi