Nýggjastu tíðindini

15. 04. 2024
Landsroynd 2024
22. 03. 2024
Gleðiligar páskir
22. 03. 2024
Skúla­leikir og telving. Røsk børn í Skála skúla
22. 03. 2024
Leikur í Fuglafirði og í Skúlanum við Løkin
22. 03. 2024
Vit syngja føroyskt
08. 03. 2024
Felags foreldrafundur
26. 02. 2024
Hugnaløta fyri Emil
26. 02. 2024
Skúlin og vit øll føðingardag og eisini talentkapping
19. 02. 2024
Grønur dagur í Skála skúla
12. 02. 2024
Føstulávint
Fleiri tíðindi
18. 05. 2018

Tíðaravmarkað størv skúlaárið 2018/19

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2018:

  • 1 lærara fulla tíð í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2018/19 vegna lækkað tímatal, og avlopstímar.
  • 1 lærara  uml. tríkvart tíð í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2018/19 vegna lækkað tímatal, og avlopstímar.
  • 1 lærara tríkvart tíð í fast starv í forskúlanum. 

 
Søkt verður eftir starvsfólkum, sum

  • eru samstarvs- og virkisfús, fyrikomandi og løtt at koma á tal við.
  • eru sinnað at taka á seg tær uppgávur og avbjóðingar, sum starvið og tíðin krevur.
  • leggja dent á nærlagni, stundvísi, fakliga og námsfrøðiliga menning.
     

Førleikakrøv til lærara størvini

Tey, ið sett verða, skulu hava læraraútbúgving.

Skúlanum tørvar lærarar, ið kunnu átaka sær floks-/toymisleiðslu, KT-varða arbeiði, AKT arbeiði, svimjing við dreingjum og annars at undirvísa í øllum lærugreinum.

 

Lønar- og setanartreytir
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Tímatalið til tey tíðaravmarkaðu lærarastørvini verður ikki endaliga ásett fyrr enn 1. okt. 2018.

 

Umsóknir
Umsøknir við C.V. og avriti av prógvum skulu vera fyrstalæraranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 1.juni kl. 12.00.

 

Meira kann fáast at vita um størvini frá fyrstalæraranum Don Ey. Joensen á tlf. 237052.