Nýggjastu tíðindini

15. 04. 2024
Landsroynd 2024
22. 03. 2024
Gleðiligar páskir
22. 03. 2024
Skúla­leikir og telving. Røsk børn í Skála skúla
22. 03. 2024
Leikur í Fuglafirði og í Skúlanum við Løkin
22. 03. 2024
Vit syngja føroyskt
08. 03. 2024
Felags foreldrafundur
26. 02. 2024
Hugnaløta fyri Emil
26. 02. 2024
Skúlin og vit øll føðingardag og eisini talentkapping
19. 02. 2024
Grønur dagur í Skála skúla
12. 02. 2024
Føstulávint
Fleiri tíðindi
19. 04. 2018

Telefonin órógvar!

Sum kunnað á felags foreldrafundi, hava starvsfólkini í Skála skúla avgjørt at koma trupulleikanum við telefonunum hjá næmingunum til lívs.

Á starvsfólkafundi samdust vit um, at telefonirnar órógva, og tí hava vit avgjørt at seta eitt nýtt tiltak í verk.

1) Næmingarnir skulu leggja telefonirnar í kassan, tá tey koma í skúla, tvs tá 1.tími byrjar.
Tað er loyvt hjá lærarunum at nýta telefonina saman við næmingunum í undirvísingini sum eitt amboð. Telefonirnar skulu í kassan aftur, áðrenn tímin er liðugur.

2) Um næmingarnir ikki fylgja settum reglum, missa teir telefonina, og foreldrini mugu koma eftir telefonini aftur.


Grundgeving fyri hesum tiltakiði, ið vit ynskja skal hjálpa næmingunum.

1) At vera til staðar.
2) At styrkja felagsskapin.
3) Forða óhepnum brúki.

Vit vóna, at hetta fer at lukkast, og at tað ongantíð fer at verða neyðugt at taka nakra telefon.