Nýggjastu tíðindini

21. 04. 2024
Týsdagin 23.apríl
15. 04. 2024
Landsroynd 2024
22. 03. 2024
Gleðiligar páskir
22. 03. 2024
Skúla­leikir og telving. Røsk børn í Skála skúla
22. 03. 2024
Leikur í Fuglafirði og í Skúlanum við Løkin
22. 03. 2024
Vit syngja føroyskt
08. 03. 2024
Felags foreldrafundur
26. 02. 2024
Hugnaløta fyri Emil
26. 02. 2024
Skúlin og vit øll føðingardag og eisini talentkapping
19. 02. 2024
Grønur dagur í Skála skúla
Fleiri tíðindi
12. 04. 2018

Talvkapping í Løkshøll.

Nógvir skúlar í Føroyum hava talv á skemanum í grunddeildini. Hetta er eitt hugskot, sum er íkomið av góðu úrslitunum í talvi hjá stórmeistaranum Helga Dam Ziska.

Vit í Skála skúla telva ein tíma um vikuna í 2 – og 3 árgangi. Helgi ferðast út á skúlarnar nakrar ferðir um árið, har hann telvar ímóti næmingum.

Kappingin í Løkshøll var fyri allar næmingar í triðja flokki í Eysturoynni, sum hava talv á skemanum. Tað vóru millum 60 og 70 næmingar.

Tað skuldu verða 6 næmingar á hvørjum holdi, settir eftir styrki. Stinnasti næmingurin sat á fyrsta borði, og næst stinnasti sat á næsta borði osv. ´

Tað varð  telva við klokku. 10 min. hvør dystur.

Vit høvdu tvey lið við í kappingini.

Næmingarnir hjá okkum kláraðu seg væl. Annað liðið fekk 10 stig og hitt 18 ½ stig. Liðið sum vann kappingina fekk 20 ½  stig.