Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum

1feb

Eins og undan farin ár, spæla 10. fl. á Toftum og í skúlanum við Løkin sjónleik. Sýningarnar eru í komandi viku, og vit fara at hyggja.

Valbakkaskógurin er ein lítil heimur, sum onkur kanska vil siga ikki er til, men sum í mangar mátar minnir um okkara egnu stóru verð. Klintrimús, Mortan, Bamsi, Mikkjal og øll hini í skóginum eru ikki vanlig dýr, men hugflogið hevur lænt teimum nøkur eyðkenni bæði frá dýrum og fólki. Tey hava nøvn av djórum og nakað væl av útsjóndini við, men hava eisini klæði uttan á sær og ganga á tveimum beinum og búgva í húsum og minna eitt sindur um okkum menniskju í mongum av tí, tey gera og siga og hugsa.