Gandafloytan eftir Mozart í Skála skúla 10.januar

4jan

Tann 10.januar verður ein spennandi dagur hjá okkum. Listaleypurin vitjar skúlan við Gandafloytuni eftir Mozart. 

GANDAFLOYTAN eftir Mozart er ein heimskendur klassikari innan operu við stórfingnum tónleiki og hugkveikjandi søgu um kærleika og moral við nógvum fløkjum um tað góða og tað ónda, eyðnu og óeyðnu.
Søgan er ævintýrlig og skemtilig og rúmar eisini stórar spurningar so sum kærleika, foreldur-barn ósemju, gand, lygnir, moral og skilnaða.
Við einum frásøgufólki leiða vit børnini ígjøgnum alla søguna og vit framføra tey bestu tónleikabrotini frá operuni við tveimum ordiligum operasangarum frá Kongaliga Leikhúsinum í Keypmannahavn. Har verða tískil bæði ariur (eitt nú tann sera kenda arian Náttarinnar Drotning) og eisini duettir við sangarunum.
Tónleikarnir eru eisini við á palli, umframt pallur og búnar. Næmingar og lærarar fáa eina kenslu av, at uppliva eina ordiliga operu.