Nýggjastu tíðindini

21. 04. 2024
Týsdagin 23.apríl
15. 04. 2024
Landsroynd 2024
22. 03. 2024
Gleðiligar páskir
22. 03. 2024
Skúla­leikir og telving. Røsk børn í Skála skúla
22. 03. 2024
Leikur í Fuglafirði og í Skúlanum við Løkin
22. 03. 2024
Vit syngja føroyskt
08. 03. 2024
Felags foreldrafundur
26. 02. 2024
Hugnaløta fyri Emil
26. 02. 2024
Skúlin og vit øll føðingardag og eisini talentkapping
19. 02. 2024
Grønur dagur í Skála skúla
Fleiri tíðindi
05. 10. 2022

Væleydnaður felags foreldrafundur hjá skúlastýrinum

Tað vóru eini 50 fólk møtt upp, til árliga foreldrafundin, sum skúlastýrið skipaði fyri. Stuttligt, tá tað verður so væl tikið undir við tiltøkum, sum skipa verður fyri. Vit byrjaðu við einum betri bita, skúlastýrið bjóðaði vælkomið og greiddi í stuttum frá sínum arbeiði. Nomi hevði eina framløgu um skúlan, har serliga dentur varð lagdur á, hvat Skála skúli arbeiðir við hetta skúlaárið. Serliga verður arbeitt við rørslu í skúladegnum, vikuskema og so ikki minst einum grønum skúla. Áki Dyssegaard hevði ein sera áhugaverdan og viðkomandi fyrilestur um trivnað hjá næmingunum, hvussu vit øll, hvør sær og í felag, kunnu arbeiða við, at okkara næmingar og børn trívast í skúlanum. Eisini legði hann stóran dent á, týdningin av, at vit øll kenna felags ábyrgd, at hvørt einstakt barn, er ein partur av felagsskapinum. Takk fyri eitt sera hugnaligt kvøld