Nýggjastu tíðindini

15. 04. 2024
Landsroynd 2024
22. 03. 2024
Gleðiligar páskir
22. 03. 2024
Skúla­leikir og telving. Røsk børn í Skála skúla
22. 03. 2024
Leikur í Fuglafirði og í Skúlanum við Løkin
22. 03. 2024
Vit syngja føroyskt
08. 03. 2024
Felags foreldrafundur
26. 02. 2024
Hugnaløta fyri Emil
26. 02. 2024
Skúlin og vit øll føðingardag og eisini talentkapping
19. 02. 2024
Grønur dagur í Skála skúla
12. 02. 2024
Føstulávint
Fleiri tíðindi
31. 07. 2022

Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðli til Skála Skúla skúlaárið 2022-2023

Søkt verður eftir einum námsfrøðiligum stuðli til næmingar við serligum tørvi í Skála Skúla:

Søkt verður eftir einum námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2022-2023. Starvið er við setanarbrotinum 0,45

• Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, og at tú fegin vil hava gott samstarv við leiðslu, lærarar, foreldur og næmingar. • Eisini verður væntað, at tú tekur undir við hugsjónini hjá skúlanum, um burðardygga menning

Tann ið settur verður, skal hava námsfrøðiliga útbúgving.

Um ongin námsfrøðingur søkir,verður starvið sett við hjálparfólki. Fyrimunur er at hava royndir, sum stuðul í fólkaskúlanum.

Lønar og setanartreytir: Lønt eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-20, 11-21 frá 1. oktobur 2018. Starvið verður sett sum sáttmálasett størv. Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-8.

Umsóknir við avriti av prógvi, c.v. og møguligum viðmæli, skulu verða skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 16.august 2022 kl. 12.00.

Umsóknir verða sendar til: Skála Skúla Skálavegur 194 480 Skála Ella í teldubrævi til: nomi.jacobsen@skulin.fo

Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Nomi Jacobsen, skúlaleiðara á tlf. 237052 ella á t-post nomi.jacobsen@skulin.fo

Skála Skúli hevur komandi skúlaár uml.70 næmingar og uml. 15 starvsfólk. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skalaskuli.fo