Nýggjastu tíðindini

21. 04. 2024
Týsdagin 23.apríl
15. 04. 2024
Landsroynd 2024
22. 03. 2024
Gleðiligar páskir
22. 03. 2024
Skúla­leikir og telving. Røsk børn í Skála skúla
22. 03. 2024
Leikur í Fuglafirði og í Skúlanum við Løkin
22. 03. 2024
Vit syngja føroyskt
08. 03. 2024
Felags foreldrafundur
26. 02. 2024
Hugnaløta fyri Emil
26. 02. 2024
Skúlin og vit øll føðingardag og eisini talentkapping
19. 02. 2024
Grønur dagur í Skála skúla
Fleiri tíðindi
03. 05. 2022

Væleydnaður dagur

Tiltøkini, sum skúlin skipaði fyri 27.apríl eydnaðist sera væl. Vit byrjaðu dagin við morgunsangi, har øll vóru vælkomin at luttaka. Tað var sera stuttligt at síggja, hvussu nógv fólk komu. Umframt vanligan morgunsang við sálmum og morgunbøn, vóru eisini framførslur. Skúlakórið, sum Jón Magnus og Gunnar hava vant, framførdi nakrar sangir og tað ljóðaði sera gott. Eisini hevði musikkskúlin góðar framførslur við gittarspæli. Skúlin bjóðaði drekkamunn og saft, og smákøkur, sum næmingarnir høvdu bakað.

Frá kl.14.00 til kl.18.00 var loppumarknaður. Eisini var søla av ymiskum frá grøna skúlanum og cafe. Fólk høvdu stuðlað sera væl, við at lata lutir. Hetta er ein dagur, sum næmingarnir gleða seg til. Tey eru við til at skipa fyri, og at arbeiða á teimum ymisku støðunum sjálvan dagin. Tey bakaðu m.a.  vaflur, seta prís á og sita við pengakassan. 

Eisini her, møttu fólk sera væl upp og stuðlaðu væl. Í ár var tað fyrstu ferð, at vit seldu ymiskt frá grøna skúlanum, sum næmingarnir hava gjørt. Har vóru taskur, hitapútir, krúddurtir og ymiskt annað,s.s. sápur og krem úr tálg til keyps. Inn komu 6120,00 kr., sum vit fara at brúka til at keypa ymiskt, sum vit skulu planta, høsnafóður o.a. Peningurin, sum kom  frá hinari søluni, fór allur til Reyða kross.Her komu 9022,50 kr. inn, og vit gleðast um, at vit kunnu vera við til at stuðla tað góða arbeiði, sum Reyði krossur ger um allan heimin.

Tilsamans komu sostatt 15142,50kr. -3.flokkur hevur talt upp :)

Túsund takk fyri  at tit stuðla okkum, og taka so væl undir við tiltøkunum, vit hava í skúlanum.