Nýggjastu tíðindini

21. 04. 2024
Týsdagin 23.apríl
15. 04. 2024
Landsroynd 2024
22. 03. 2024
Gleðiligar páskir
22. 03. 2024
Skúla­leikir og telving. Røsk børn í Skála skúla
22. 03. 2024
Leikur í Fuglafirði og í Skúlanum við Løkin
22. 03. 2024
Vit syngja føroyskt
08. 03. 2024
Felags foreldrafundur
26. 02. 2024
Hugnaløta fyri Emil
26. 02. 2024
Skúlin og vit øll føðingardag og eisini talentkapping
19. 02. 2024
Grønur dagur í Skála skúla
Fleiri tíðindi
30. 12. 2021

Gleðilig jól og gott nýggjár

 
Aftur í desembur mánaði í ár, hava vit brúkt ein part av skúladegnum til verkstøð. Hetta dámar næmingunum sera væl, og hava tey her møguleika at arbeiða við nógvum ymiskum kreativum, sum tit heima, uttan iva, hava fingið í jólagávu.
Næmingarnir hava arbeitt í  verkstøðunum við t.d. at mála, gjørt film, kóka bomm, bakað, smíðað, gjørt ymiskt   jólaprýði o.s.fr. 
 
Eitt av hæddarpunktunum hjá okkara næmingum er árliga jólaborðhaldið, har tey sjálvi skipa fyri undirhaldi, mati og borðpynti v.m.Matin hava tey sjálvi fingið til høldar. Tíbetur fingu vit  møguleika at hava hesi jólaborðhald, áðrenn koronastøðan versnaði so nógv,at vit fingu boð um at fara í jólafrí, nakrar dagar áðrenn ætla. Av hesum, var heldur ikki møguligt, at fara í kirkju, sum er ein hugnaligur siður, seinasta skúladag, fyri jól. Næmingarnir sótu tí í sínum egnu skúlastovum og sóu  jólaguðstænastu á netinum. 
Vit endaðu seinasta dagin, við einum felags morgunsangi, í tryggari frástøðu, har báðar hæddinar í skúlanum, vórðu brúktar.   
  
Vit ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár. Takk fyri gott samstarv í brátt farna ári. Vit síggjast aftur mikudagin 5. januar kl. 8.