Nýggjastu tíðindini

22. 03. 2024
Gleðiligar páskir
22. 03. 2024
Skúla­leikir og telving. Røsk børn í Skála skúla
22. 03. 2024
Leikur í Fuglafirði og í Skúlanum við Løkin
22. 03. 2024
Vit syngja føroyskt
08. 03. 2024
Felags foreldrafundur
26. 02. 2024
Hugnaløta fyri Emil
26. 02. 2024
Skúlin og vit øll føðingardag og eisini talentkapping
19. 02. 2024
Grønur dagur í Skála skúla
12. 02. 2024
Føstulávint
30. 01. 2024
Vegna veður verður ongin skúlagongd í morgin 31.januar.
Fleiri tíðindi
13. 12. 2021

Neyðansing

 

 

Góðu foreldur og avvarðandi

 

Sum tykkum kunnugt, fara vit í jólafrítíð 15. desembur. Hóast vit fara í jólafrí mikudagin, fara vit frá hósdegnum 16. og til og við týsdegnum 21. desembur at skipa fyri sokallaðari neyðansing fyri næmingum í forskúla, 1. 2. og 3. flokki.

Hendan ansing er fyri næmingar, har eingin onnur ansing er møgulig. 

Fyri at vit kunnu skipa hesar dagarnar so skilagott sum gjørligt, fara vit at biðja tykkum um at siga skúlaleiðaranum frá, í síðsta lagi á døgurða í morgin (týsdagin, 14. desembur kl. 12.00) hvønn av hesum døgum, tykkara barn hevur tørv á ansing.

 

·        Hósdag 16. desembur

·        Fríggjadag 17. desembur

·        Mánadag 20. desembur

·        Týsdag 21. desembur

 

 

Forskúlin er opin frá kl. 7.30 til 11.40, tó fríggjadag frá kl. 7.30 til 10.35

Skúlin er opin frá kl. 8.00 til 12.40, tó fríggjadag frá kl. 8.00 til 11.40  

 

Vinarliga

Nomi Jacobsen

 

Skúlaleiðari

tlf 237052