Nýggjastu tíðindini

21. 04. 2024
Týsdagin 23.apríl
15. 04. 2024
Landsroynd 2024
22. 03. 2024
Gleðiligar páskir
22. 03. 2024
Skúla­leikir og telving. Røsk børn í Skála skúla
22. 03. 2024
Leikur í Fuglafirði og í Skúlanum við Løkin
22. 03. 2024
Vit syngja føroyskt
08. 03. 2024
Felags foreldrafundur
26. 02. 2024
Hugnaløta fyri Emil
26. 02. 2024
Skúlin og vit øll føðingardag og eisini talentkapping
19. 02. 2024
Grønur dagur í Skála skúla
Fleiri tíðindi
05. 05. 2021

Mentunarvika í Skála skúla

Í samband við mentunarvikuna høvdu vit tvey tiltøk í skúlanum. Mánamorgunun høvdu vit felags morgunsang, har øll vóru vælkomin at luttaka. Umframt at hava vanligan morgunsang, sum 7.flokkur stóð fyri, spældu og sungu næmingar frá musikkskúlanum. Eisini spældi og sungu okkara egna húsaorkestur, undir leiðslu av Jón og Gunnar. Vit eru sera glað fyri, at vit fingu nógvar gestir. Aftaná morgunsangin fingu tey kaffi og smákøkur, sum næmingarnir høvdu bakað.

Hósdagin høvdu vit endurnýtslucafe. Vit høvdu fingið eina rúgvu av lutum og klæðum, sum bleiv selt fyri ein bíligan penga. Eisini kundi ein keypa vaflur, sum næmingarnir høvdu bakað,og kaffi, te og sunkist.
Næmingarnir stóðu fyri øllum og vóru teir sera raskir.
Aftur her spældu og sungu okkara egna kór. Tíbetur komu nógv at vitja í skúlanum hendan seinnapartin. Inn komu nærum 7000, 00 kr. sum fer til Reyða kross, sum ger eitt megnararbeiði, bæði her heima og runt um í Verðini.

Vit takka mangar ferðir fyri stuðilin.