8 næmingar í 1. flokk

18aug

Í dag høvdu hesi fittu børnini sín fyrsta skúladag. Tey hava øll gingið í forskúla áðrenn summarferiuna, so umstøðurnar eru ikki ókendar.

Maria verður flokslærari hjá fyrsta flokki, og kemur at undirvísa teimum í føroyskum.
Ólavur kemur at undirvísa 1. flokki í støddfrøði og ítrótti, meðan Emil undirvísir í heimstaðarlæru og kristni.