Nýggjastu tíðindini

22. 03. 2024
Gleðiligar páskir
22. 03. 2024
Skúla­leikir og telving. Røsk børn í Skála skúla
22. 03. 2024
Leikur í Fuglafirði og í Skúlanum við Løkin
22. 03. 2024
Vit syngja føroyskt
08. 03. 2024
Felags foreldrafundur
26. 02. 2024
Hugnaløta fyri Emil
26. 02. 2024
Skúlin og vit øll føðingardag og eisini talentkapping
19. 02. 2024
Grønur dagur í Skála skúla
12. 02. 2024
Føstulávint
30. 01. 2024
Vegna veður verður ongin skúlagongd í morgin 31.januar.
Fleiri tíðindi
15. 05. 2020

Øll aftur í skúla

Góðu tit

Mánamorgunin koma allir flokkar aftur í skúla. Vit ganga eftir vanligu tímatalvuni. Skúlin letur upp kl.7.50. Hetta er tí, at alt skal ganga fyri seg, undir skipaðum viðurskiftum. Tá tey koma inn í skúlan, skulu næmingarnir fara beint inn í stovuna og seta seg á sítt pláss. Lærarin, sum hevur flokkin, skipar fyri handreinførinum.

7.fl.skal ganga inn ígjøgnum hurðina, sum er beint við skúlastovuna hjá teimum. 6.flokkur brúkar inngongina, sum er beint við teirra stovu. Hinir næmingarnir ganga inn ígjøgnum høvuðsdyrnar og forskúlin, har hann plagar. 

Enn verður ongin svimjing og ítrótturin verður úti, so tað ræður um at hava røtt klæði og hóskandi skógvar. Eisini verður farið út hvørt fríkorter.

Gott hevði verið, um tit mintu børn tykkara á korona leiðreglurnar.