Hugnadagur í byrjunar og miðdeildini

27mar

Týsdagin 26 mars hevði miðdeildin hugnadag í miðhøllini.

Næmingarnir høvdu sjálvir staðið fyri at gjørt matin, ið m.a var grýturættur, pylsubreyð, pitsasniglar, bollar, køkur os.fr.
Eisini høvdu næmingarnir sjálvir staðið fyri at gjørt borðprýði, borðplan, undirhald o.sfr.

Mikudagin 27. mars hevði byrjunardeildin sín hugnadag. Tey fingu áleið somu matskrá sum miðdeildin fekk dagin fyri, meðan tey eisini gjørdu borðprýði o.s.fr. sjálvi. Á skránni var m.a spurnarkapping, lissukapping, felagssangur o.a.

Myndir frá døgunum kunnu síggjast undir "savn".