Ítróttardagur í Bylgjuni

6des

Hósdagin 6 desember høvdu vit ein ítróttardag í Bylgjuni í Runavík. Farið var við bussi av Skála kl 08.30, og byrjað varð við eini felags upphiting í ítróttarhøllini. Eftir hetta, var byrjunardeildin inni í Bylgjuni meðan miðdeildin var í høllini. Eftir matarsteðgin, skiftu deildirnar høll, soleiðis at øll sloppu at royna alt. Vit vóru aftur á Skála uml. kl. 12.30.

Dagurin eydnaðist sera væl og verður hetta heilt sikkurt eitt afturvendandi tiltak. Fleiri myndir frá degnum eru at síggja í myndasavninum.