Nýggjastu tíðindini

15. 04. 2024
Landsroynd 2024
22. 03. 2024
Gleðiligar páskir
22. 03. 2024
Skúla­leikir og telving. Røsk børn í Skála skúla
22. 03. 2024
Leikur í Fuglafirði og í Skúlanum við Løkin
22. 03. 2024
Vit syngja føroyskt
08. 03. 2024
Felags foreldrafundur
26. 02. 2024
Hugnaløta fyri Emil
26. 02. 2024
Skúlin og vit øll føðingardag og eisini talentkapping
19. 02. 2024
Grønur dagur í Skála skúla
12. 02. 2024
Føstulávint
Fleiri tíðindi
30. 11. 2018

6.flokkur víðari til finalu-umfarið í skúlafótbólti

6.flokkur hevur eisini verið til skúlafótbólt suðuri í Vági. Árla á morgni stóðu tey klár við bakaríið á Skála fyri at sleppa við Bygdaleiðum suður til Havnar. Bussurin koyrdi kl 7.55, men tey komu ikki á Havnarkai fyrr enn kl 8.25, so tá mátti rennast eftir bildekkinum, tí landgongdin var stongd, Smyril skuldi sigla um 5 minuttir, men tey náddu tað. Ferðin suður gekk væl, veðrið var gott, ættin var hin rætta fyri at sigla Suðuroyarfjørð. Komin suður sluppu tey at svimja í Pálshøll. Teir heitu pottarnir uttanfyri vóru væl vitjaðir. Væl gjøgnumbloytt og upphitaði komu tey í Marghøllina og gjørdu bart. Liðið spældi 6 dystir, vann 5 og spældi ein javnan.Hetta ber í sær, at í mai mánaða mugu tey aftur til Vágs til finaluumfør. Vælhýrd gekk leiðin heimaftur. Nú runaði hann sjógvin, men Jacob hevði loysnina móti sjóverki, eina fløsku av ingiferdrykki. Klokkan var 22.30, tá øll vóru aftur á Skála. Ein væleydnað ferð.