Nýggjastu tíðindini

21. 04. 2024
Týsdagin 23.apríl
15. 04. 2024
Landsroynd 2024
22. 03. 2024
Gleðiligar páskir
22. 03. 2024
Skúla­leikir og telving. Røsk børn í Skála skúla
22. 03. 2024
Leikur í Fuglafirði og í Skúlanum við Løkin
22. 03. 2024
Vit syngja føroyskt
08. 03. 2024
Felags foreldrafundur
26. 02. 2024
Hugnaløta fyri Emil
26. 02. 2024
Skúlin og vit øll føðingardag og eisini talentkapping
19. 02. 2024
Grønur dagur í Skála skúla
Fleiri tíðindi
14. 09. 2018

Fiskikapping fyri 6. flokkar við Westward Ho.

28. August vóru vit 6. flokkur og fiskaðu við Westward Ho. Hetta er ein kapping, sum er stuðlað av timburhandlinum Borg í Runavík.

Vit løgdu frá landi kl. 13.00 og vóru aftur á Strondum kl. 17.30

Ætlanin hjá skiparanum var at fara suður í fjørðin at fiska, men tað var eitt sindur av aldu í sjónum, so tað var ikki ráðiligt at fara ov langt út. Løgdu okkum at fiska út fyri Raktanga, men lítið og einki fekst. Fluttu suður út fyri Hvítanes, men sama skili. At enda løgdu vit okkum innanvert Eystnes, har meira fekst, men vit gjørdu einki hol í sjógvin- 30 stk í alt.

Mest smáfisk, hýsu, longu, hvíting og eina brosmu.

Fiskað varð við tráðu.


Aðrar myndir eru í myndasavninum.