Nýggjastu tíðindini

15. 04. 2024
Landsroynd 2024
22. 03. 2024
Gleðiligar páskir
22. 03. 2024
Skúla­leikir og telving. Røsk børn í Skála skúla
22. 03. 2024
Leikur í Fuglafirði og í Skúlanum við Løkin
22. 03. 2024
Vit syngja føroyskt
08. 03. 2024
Felags foreldrafundur
26. 02. 2024
Hugnaløta fyri Emil
26. 02. 2024
Skúlin og vit øll føðingardag og eisini talentkapping
19. 02. 2024
Grønur dagur í Skála skúla
12. 02. 2024
Føstulávint
Fleiri tíðindi
19. 06. 2018

Framsýning / hugnaløta

Hósdagin 21. juni hevur skúlin framsýning fyri foreldrum hjá børnum í Skála skúla, frá kl. 17 - 19. Hesa síðstu tíðina hava næmingarnir arbeitt við heiminum, har fokus hevur verið á teir sjey heimspartarnar. Úrslitið av hesum arbeiði ynskja vit at geva foreldrum møguleika til at koma og síggja. Vit hugsa eisini, at vit vilja gera nakað serligt burtur úr og eta ein bita saman. Tí fara vit at heita á foreldrini um, at smyrja breyðflísar við pálegg at hava við. Pálegg kann vera t.d. livurpostei, reyði pylsa, egg, banan, kjøt, sjokoláta v.m. Um øll smyrja breyð til sín sjálvs + eitt sindur afturat, skuldi verið nokk. Meiningin er, at breyðini verða sett á borð har øll fáa sær av. Kunning um hvar tit skulu leggja breyðið, fáa tit, tá ið tit koma. Fyri at tað skal verða so nemt sum møguligt, fara vit at biðja tykkum um at leggja breyðið á ein eingangs tallerk, soleiðis, at sum minst av upptaki verður. Skúlin bjóðar kaffi, te og saft/vatn. Vælkomin :)