Nýggjastu tíðindini

15. 04. 2024
Landsroynd 2024
22. 03. 2024
Gleðiligar páskir
22. 03. 2024
Skúla­leikir og telving. Røsk børn í Skála skúla
22. 03. 2024
Leikur í Fuglafirði og í Skúlanum við Løkin
22. 03. 2024
Vit syngja føroyskt
08. 03. 2024
Felags foreldrafundur
26. 02. 2024
Hugnaløta fyri Emil
26. 02. 2024
Skúlin og vit øll føðingardag og eisini talentkapping
19. 02. 2024
Grønur dagur í Skála skúla
12. 02. 2024
Føstulávint
Fleiri tíðindi
05. 06. 2018

Hesi størv sum námsfrøðingur eru leys at seta frá 1. august 2018 at rokna:

Eitt fast starv við setanarbroti á 0,65 er leyst at seta frá 1.august 2018. Eitt tíðaravmarkað starv við setanarbroti á 0,65 skúlaárið 2018-19. Eitt tíðaravmarkað starv við setanarbroti á 0,4 skúlaárið 2018-19.

Stuðlarnir verða knýttir at næmingum við serligum tørvi í byrjanardeildini og miðdeildini. Skúlanum tørvar stuðlar, ið eru arbeiðshugaðir, nærlagdir, taka ábyrgd, samstarvshugaðir og síggja møguleikar.

Tey, ið sett verða í stuðulsstørvini, skulu hava námsfrøðiliga útbúgving ella royndir, sum stuðul. Um eingir námsfrøðingar søkja, verða størvini skipað sum hjálparfólkastørv. Starvsøkið er Sernám og stovnar undir tí. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðnum. Arbeiðstíðin er frá kl. 08:00 til næmingarnir fáa frí eftir døgurða.

Lønar- og setanartreytir:

Námsfrøðinga- ella hjálparfólkastørvini eru føst størv ella sáttmálasett starv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og eru lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-20 (frá 11-21 frá 1.oktober 2018). Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-8.

Umsóknir:
Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast sum PDF-fíla til skalask@olivant.fo í seinasta lagi mikudagin 20. juni kl. 12.00.

Umsóknir kunnu eisini sendast við posti til:
Skála skúli
Skálavegur 194
480 Skála

Nærri fæst at vita um størvini hjá Don Ey. Joensen á tlf. 237052.