Vikuætlan

Felags foreldrafundur

Skúlastýrið bjóðar til felags foreldrafund hósdagin 14.mars kl 18 - 19.

Fyrilestrarhaldari er Ásbjørn Berthelsen og greiðir hann lætt og skemtiliga frá, hvør uppgáva skúlans er og hvør uppgávan hjá heiminum/foreldrunum er.

Foreldraviðtalur

Foreldraviðtalur vera hósdagin 22 feb. 

Vit byrja kl 16:30

Vikuætlan //Vika 12 - 2024

Mán
18. mar
Týs
19. mar
Frílesing 20 min
Mik
20. mar
Frílesing 20 min
Hós
21. mar
Sjónleik í Runavik
Vit fara til sjónleik í skúlanum við Løkin.
Takið matpakka og okkurt at drekka við
Frí
22. mar
Frílesing 20 min

Góðu næmingar og foreldur

Í Skála skúla leggja vit stóran dent á kreativitet og rørslu. Tveir tímar,mána og mikudag, frá kl. 11.55 til kl.13.35 liggja hesar tímar. Frá skúlaársbyrjan og til umleið viku 43, og so aftur eftir páskir fram til summarfrítíðina, hava næmingarnir rørslu.

Hetta eru næmingar í 3.,4.,5.,6. og 7.fl. 3. og 4. er ein bólkur og 5., 6. og 7.fl. er ein bólkur. Hjá Emil og Nomi ganga tey varðagøtur, fjørutúrar, súkklutúrar og  gera ymiskan mat úti, m.a. Hjá Poul og Ólavi er tað ítróttur og ymisk spøl, við og uttan bólt.

Mánadag eru tey yngru hjá Emil og Nomi og tey eldru hjá Ólavi og Poul. Mikudag er tað umvent. Vit eru altíð úti, so tað er týdningarmikið, at vera ílatin eftir veðrinum og í góðum skóm. 

Vetrarhálvuna hava tey smíð, handarbeiði, evning, heimkunnleika og teldu. Tit fáa nærri kunning um hetta.

Fartelefoninar
Ein áminning
Næmingarnir hava bert loyvi, at hava fartelefonina við í skúla, um hon er sløkt og í taskuni. Hetta er frá tí tey koma inn um gáttina í skúlanum, til tey fara útum aftur, tá skúladagurin er liðugur. Um hetta ikki verður gjørt, missa tey telefonina og so mugu tit koma í skúlan eftir henni.
v.h.
Nomi

 

Ùtilív! 

Minnist til:

Tann dagin tit hava útilív, skulu tit hyggja ella lurta eftir útvarpinum, fyri at vita  hvussu veðrið verður tann dagin.

Klæðast eftir veðrinum. (góðar gonguskógvar ella styvlar og hóskandi klæðir.

Um okkurt annað serstakt verður gjørt, kemur tað á tímatalvuna

 

Lesing er venjing.

Les væl uppá og minst til at lesa 20 min. hvønn dag.

https://forms.office.com/Pages/ResponsePage.aspx?id=TWbUsi8C20e3cWLMLmUxR5spPkDTNkpBqVmyGSBRRPBUM01CODVFOTgxUVlGSzA3OTdHWkRMSTE2WS4u