Vikuætlan

Felags foreldrafundur


Skúlastýrið bjóðar til felags foreldrafund hósdagin 14.mars kl 18 - 19.

Fyrilestrarhaldari er Ásbjørn Berthelsen og greiðir hann lætt og skemtiliga frá, hvør uppgáva skúlans er og hvør uppgávan hjá heiminum/foreldrunum er.

Vikuætlan //Vika 12 - 2024

Mán
18. mar
Frílesing 15 min
Beauty and the beast
6. Fl fer at síggja leikin Beauty and the beast við Løkin í dag kl 12 
eru fyrst í skúla sum vanligt , fara so til sjónleik og hava frí aftaná
Týs
19. mar
Talvkapping
Teir næmingar, ið skulu til talvkapping týsdagin 19.mars, skulu møta til vanliga tíð,  úthvíldir og hava matpakka við. Vit koyra tey aftur og fram til Toftir. 
Mik
20. mar
Hós
21. mar
Skúlaleikir 6.fl
Vit møta í skúlanum til vanliga tíð kl 08.00 og fara við bussi til Runavíkar. Verið ílatin í ítróttarklæðum og takið innanduraskógvar við. Havið vatndunk og ein lítlan matpakka við. Vit fara úr Runavík aftur umleið kl 14.00
Frí
22. mar

Felags foreldrafundur

Felags foreldrafundur fyri 5 & 6 flokk verður 26. september kl 19.00.

Á skránni verður:
- Skipan av skema
- Digital protokol
- Felags sosial tiltøk
- seturskúli

Fundurin tekur max 1 tíma.

Góðu næmingar og foreldur

Í Skála skúla leggja vit stóran dent á kreativitet og rørslu. Tveir tímar,mána og mikudag, frá kl. 11.55 til kl.13.35 liggja hesar tímar. Frá skúlaársbyrjan og til umleið viku 43, og so aftur eftir páskir fram til summarfrítíðina, hava næmingarnir rørslu.

Hetta eru næmingar í 3.,4.,5.,6. og 7.fl. 3. og 4. er ein bólkur og 5., 6. og 7.fl. er ein bólkur. Hjá Emil og Nomi ganga tey varðagøtur, fjørutúrar, súkklutúrar og  gera ymiskan mat úti, m.a. Hjá Poul og Ólavi er tað ítróttur og ymisk spøl, við og uttan bólt.

Mánadag eru tey yngru hjá Emil og Nomi og tey eldru hjá Ólavi og Poul. Mikudag er tað umvent. Vit eru altíð úti, so tað er týdningarmikið, at vera ílatin eftir veðrinum og í góðum skóm. 

Vetrarhálvuna hava tey smíð, handarbeiði, evning, heimkunnleika og teldu. Tit fáa nærri kunning um hetta.

foreldraumboð í 4.-5.flokki

Poul &Olina 

Asta & (Eirikur)

Poula & (Arnhold)

til viðtalurnar í nov. játtaðu foreldur hja Jónasi, Jón Bjarka í 5.fl og Maju Sólborg í 4.at vera foreldraumboð  hetta skúlaárið 

Poul ella Olina kontakta Astu og Poulu 

 

EMAT brúkaranøvn & loyniorð

Snar.fo

Um rokning ikki virkar inni á snar, royni so hetta, sí myndir. Tað er ofta tí, at flash-playarin ikki loyvir tí. Trýst á lítla i'ið inni í sirklinum uppi í kagarinum. Vel "allow" ella "tillad" flashlayer og uppdatera síðuna, so skuldi rigga.

Eingir lutir