Skúlastýrið

Skúlastýrið

Forkvinna: Anna Petersen, teldupost: annapetersen80@gmail.com

Næstformaður: Jørgin Thomsen, teldupost: Jorgin-t@kallnet.fo

Foreldraumboð: Alexandur Johansen, teldupost: alexandur.johansen@gmail.com

Eyka foreldraumboð: Asta T. Borgarlíð, teldupost: astaborgarlid82@gmail.com

Kommunalt umboð: Jonnhild Reynholdsdóttir, teldupost: jonnhildr@runavik.fo

Kommunalt umboð: Pauli Poulsen, teldupost: paulip@runavik.fo

Starvsfólkaumboð: Anna Christiansen, teldupost: anna.christiansen@skulin.fo

Skrivari: Nomi Jacobsen, teldupost: nomi.jacobsen@skulin.fo

Kunning frá skúlastýrinum

Skúlastýrið tók við í januar 2021 og hevur skipað seg við trimum foreldraumboðum: Anna Petersen forkvinna, Jørgin Thomsen, næstformaður, Alexandur Johansen, nevndarlimur og Asta Borgarlíð, eykalimur. Kommunuumboð eru Jonnhild Reynholdsdóttir og Pauli Poulsen. Umboð fyri skúlan eru Anna Christiansen/Tórunn Steingrund og skúlaleiðari: Nomi Jacobsen.

Skúlastýrið hevur havt 5 fundir. Kommunan hevur játtað 500.000kr til spælipláss og hevur skúlastýrið viðgjørt, hvat skal keypast fyri hesa játtan.  Vit hava viðgjørt tilboð frá ymsum veitarum, børnini hava sæð tekningar, næmingaráðið og lærarar hava lagt ynskir fram og avgerð er tikin um at keypa: parkour-øki, 3 lítlar trampolinir og eitt klatri-net frá fyritøkuni Prull. Vit gleða okkum øll til at hetta arbeiðið byrjar í summar.

Umframt hetta kann nevnast, at skúlastýrið saman við kommununi er við at finna eina loysn um, hvussu vit tryggja, at val til skúlastýrið við Løkin kann ganga fyri seg á øllum valstøðum – at foreldur at børnum í skúlanum við Løkin ikki nýtast at fara til Runavíkar at velja umboð fyri skúlastýrið til skúlan við Løkin.

Bókasavnið í Skála skúla hevur opið mánakvøld og verður bókasavnið væl vitjað. Samstarv er fingið í lag við bókasavnið við Løkin um keyp av bókum til vaksin og fær Skála bókasavn nú eitt eintak, hvørja ferð bókasavnið við Løkin keypir bók inn.

Skúlin á Skála ynskir at vera grønur og arbeiðir í dag við at skilja pappír, rusk og mat og nýtir onki plast. Skúlin ynskir at gerast enn grønari og arbeitt verður við hesum m.a. við at fáa grønu nevnd í kommununi at verða viðleikari á hesum øki.

Skála skúli hevur arbeitt við burðardyggari verkætlan, sum Lærarafelagið sendi út, og hetta eydnaðist so mikið væl, at heiðurslønin endaði á Skála. Hjartaliga til lukku við tí!

Ætlandi verður felags foreldrafundur í heyst og evnið er ikki avgjørt enn.

Ynskja tit at seta tykkum í samband við skúlastýrið ber til at senda teldupost til forkvinnuna á annapetersen80@gmail.com ella til skúlaleiðaran á teldupost: nomi.jacobsen@skulin.fo.

Vegna skúlastýrið
Anna Petersen

Skúlastýrið jan. 2017 - des. 2020

Frá januar 2017 til desember 2020 eru hesi vald í skúlastýrið fyri Skála skúla:

Uppfylging av foreldrafundum 17. og 18. apríl 2018

Sum áður fráboðað var endamálið við kvøldunum at knýta okkum foreldur, lærarar, skúla og skúlastýrið tættari saman, soleiðis at ognarskapurin til skúlan og læringina gerst sterkari.

Ætlanin er eisini at hava hesar fundir á hvørjum ári, so vit hava ein pall, har vit øll eru javnsett og kunnu koma til orðanna á røttum staði við teimum meiningum, vit hava.

Skúlastýrið metir, at fundirnir hava verið gevandi og staðfestir, at gróðrarlíkindini fyri at skapa besta skúlan í heiminum er tilstaðar.

Fleiri ítøkilig uppskot til ábøtur vórðu nevnd, og hava vit tikið trý úr rúgvuni, sum vit vilja broyta beinanvegin. Aðrar meira langtíðar og námsfrøðiligar ábøtur eru niðurskrivaðar, og í samstarvi við skúlaleiðslu og lærarar verða hesar eftirmettar og tiknar støðu til.

Tey trý uppskotini, sum skulu setast í verk beinanvegin eru:

1. Sjónligari trygd í skúlagarðinum, har lærari er í trygdarvesti.

2. Einfaldari og týðiligari kunning á heimasíðu og sum heild til foreldur og børn.

3. Byrjanarpakki til forskúla, so komandi foreldur og børn skulu fáa eina sera positiva byrjan upp á skúlalívið í Skála Skúla.

Takk fyri góða uppmøting, eldhuga á fundunum og góðan jaligan íblástur til okkum sum varða av skúlanum.

Skúlastýrið.

Fólk eru sum heild væl nøgd við Skála skúla

Skúlastýrið á Skála hevur staðið fyri einari umfatandi nøgdsemiskanning av Skála skúla, og nú fyriliggur úrslitið. Tað vísir seg, at foreldrini í høvuðsheitum eru væl nøgd við skúlan, m.a. við samarbeiðið millum heim og skúla. Eisini eru foreldur sum heild nøgd við arbeiðið, ið skúlin ger fyri at menna næmingarnar fakliga. Ein greiður meiriluti heldur eisini, at arbeiðið sum skúlin ger, fyri at næmingarnir skulu trívast í skúlanum, er gott.

Eisini varð lagt upp til, at foreldrini kundu koma við viðmerkingum, og nógv nýttu eisini høvið til tess. Hesar viðmerkingarnar eru ikki tiknar við í ta almennu framløguna, men verða viðgjørdar í sambandi við skráseting og raðfesting av uppgávum, sum skúlastýrið ætlar sær í gongd við. Spurnarkanningin skal fyrst av øllum nýtast til at finna útav, hvar arbeiðsorkan skal leggjast fyri restina av valskeiðnum hjá skúlastýrinum.   

Nøgdsemiskanningin vísir eisini greitt á ymisk viðurskifti, sum eiga at verða endurskoðað. T.d. er ein stórur partur av foreldrunum ikki nøgd við skúlaumhvørvið . Her verður serliga hugsað um karmarnar og spælimøguleikarnar bæði uttanfyri og inni í skúlanum. Nógv foreldur kundu eisini hugsað sær, at næmingarnir fingu fleiri mentanarligar upplivingar og eitt breiðari úrval av ítróttarligum tilboðum. Ein stórur partur av foreldrunum – serliga hjá teimum eldru næmingunum – kundu hugsað sær, at næmingarnir høvdu møguleika fyri at fáa hjálp til skúlating, og fleiri foreldur kundu hugsað sær, at børnini fingu mat og mjólk í skúlanum.  

Í viðheftu framløgu síggja tit úrslitið av øllum 82 spurningunum.

Skúlastýrið og lærarar takka tykkum øllum fyri luttøkuna.

Tak niður: Nøgdsemiskanningin fyri Skála Skúla 2014