Vikuætlan

Vika 51 - 2017
mán 18. des.
týs 19. des.
mik 20. des.
hós 21. des.
frí 22. des.

Jólavika

So er Jólavikan liðug! Jólavikan bleiv eitt sindur longri enn ætlað, av tí at skúlin bleiv avlýstur 7 Des pga veðrinum.
Vikan hevur gingið orduliga væl, har vit hava havt tveir vanligar tímar í forskúlanum hvønn dag, og so hava vit verið í bólkum saman við restini av byrjunardeildini seinna partin av degnum. Vit hava verið í 5 bólkum, har vit hava perlað, klipt, lýma, bakað, gingið túr o.s.fr.
Eisini høvdu vit Jólahald saman við foreldrunum Mikudagin 13 Des, har vit framførdu leikin Hans & Greta og Ása & Óli, og tað riggaði orduliga væl.

GG: 
í komandi viku eru vit í skúla Mánadagin til kl 11.40 sum vanligt, har vit fara at hyggja eftir sjónleikunum hjá miðdeildini og fara annars at hugna okkum saman.


Týsdagin tann 19 Des heldur skúlin frí.


Mikudagur 20 Dec er seinasti dagur áðrenn jólaferiuna. Allur skúlin fer í kirkju hendan dagin, og kirkjugongdin byrjar kl 10. Forskúlin kann møta her í skúlanum eini 15 minuttir áðrenn kirkjugongdin byrjar, so fylgjast vit øll yvir í kirkjuna saman. Men vit hava eisini møguleikan at møta í forskúlanum frá kl 07.30, sum vant. 
Eftir kirkjugongdina, er jólaferia :)

Vit hava gjørd ein jóla-pakka kalendara, og kalendarin hongur í gongini í forskúlanum, soleiðis at tit kunnu síggja hann.

Kunning


Mikudagin 13 Desember fara vit ikki í verkstøð, sum vit hava gjørt fyrr í vikuni, men fara at fyrireika okkum til hugnakvøldið. Vit eru liðug sum vant hesa vikuna kl 12.15.
Jólavikan verður tí skumpað ein dag fram, soleiðis at vit eru liðug kl 12.15 hvønn dag í hesi vikuni.

Kunning

Mikudagin 6 Des fara vit saman við øllum skúlanum við bussi yvir í Bylgjuna í Runavík. Vit møta í seinasta lagið her í skúlanum kl 08.15. Men hava sum vant møguleikan at møta frá kl 07.30.
Dagurin í Bylgjuni er liðugur kl 12.15, og síðani fara vit við bussi heimaftur. Havið ein góðan matpakka við, og evt sunkist ella onkrar keks afturat.

Frá Hósdegnum 7 Desember og til og við Mikudegnum 13 Desember hava vit jólaviku í byrjunardeildini. Tvs forskúlin, 1,2 og 3 flokkur verða blandaði saman. Vit koma at hava vanliga skúlagongd í tveir tímar, og eftir hetta fara vit út í verkstøð í bólkum. Vit koma at perla, klippa, kokkast, ganga túr o.s.fr. Dagarnir hesa vikuna í skúlanum verða til kl 12.15.

Vika 47

So er vika 47 yvirstaðin! Sum æst á myndini, so hava vit í hesi vikuni hava vit arbeitt nógv við orðum & setningum á teppinum. Eisini hava vit klipt og perlað ymiskt, soleiðis at vit hava okkurt at hugna skúlastovuna við til pyntidagin, sum er 1 Desember.
Týsdagin vóru vit ein gongutúr í kavanum, har vit gingu eftir gamlavegi, og Mikudagin vóru vit í høllini saman við fyrsta flokki.

Í næstu viku fara vit at halda áfram á sama hátt, og tá ið vit koma inn í Desember mána fara vit at gera ymiskt saman við byrjunardeildini, meir kunning um hetta kemur í næstu viku.

Vika 46

Hesa vikuna hava vit hoyrt søgur í sofuni og arbeitt víðari við rímum. Vit hava arbeitt við rímum í eina tíð, og eftir hesa vikuna fara vit frá at arbeiða við rýmum, og fara at arbeiða meir við orðum og setningum.
Týsdagin vóru vit ein gongutúr í bønum, har tað var strævið at ganga, men vit vóru mega raskir :)
Mikudagin høvdu vit ítrótt saman við fyrsta flokki. Vit tóku øll amboðini fram og spældu spælið Sjórænarar.
Eisini eru vit so smátt byrjaði at klippa jólapynt, soleiðis at vit hava okkurt at pynta við tá pyntidagurin kemur um nakrar dagar.

 

Vika 44

Tíðin flýgur, og nú hava vit longu verið í forskúla í 53 skúladagar. Vit høvdu avtalað at dag 50 skuldu vit spæla bingo. Hetta var mega stuttligt! Vinnarar í bingo gjørdust Uffe, Jónas & Jón Bjarki, men allir fingu vinning allíkavæl :).

Týsdagin vóru vit og vitjaðu handilin Skálin, og tað var mega kul. Eyðhild greiddi okkum frá hvar tey fáa tær ymsu vørurnar frá, vísti okkum lagri, og vit sloppu eisini inn í frystiskápi, men har kláraðu vit ikki at verða serliga leingi!Eisini fingu vit okkurt lekkurt frá teimum :)

Á teppinum hava vit arbeitt nógv við rýmum hesa vikuna, og hetta fara vit at halda fram við í næstu viku eisini. Eisini hava vit arbeitt við tølunum frá 1-10, og eru næstan liðug við tal-bókina.

Nú eru vit komin inní November mána, og tí fara vit at byrja so smátt at fyrireika okkum til jóla. Vit fara at klippa og líma ymiskt jólapynt, soleiðis at vit kunnu gera skúlastovuna orduliga hugnaliga at verða í. 

Myndir frá viku 44 koma at hanga í gongini í skúlanum í næstu viku.

GG: Skúlin hevur frí Mikudagin 8 November

 

Vika 43

Mikudagin vóru vit og vitjaðu í bókasavninum fyri fyrstuferð og hetta var mega spennandi. Vit vóru so heldigir at eingin annar flokkur var inni í bókasavninum, so har var sera friðarligt. Vit sluppu at blaða í teimum bókunum, vit høvdu hug til, og lærdu at seta tær á røttu hyll, tá vit vóru lidnir við tær.
Seinni Mikudagin byrjaði rennidagurin. Vit runnu allir 5 km, og gekk hetta sera væl. Tá ið vit høvdu runnið hálvvegis, fingu vit vatn at drekka, og tá vit komu á mál í skúlanum fingu vit sunkist & caramel.
Vit fáa væntanti renniprógv heim við í komandi viku.
Nakrar myndir frá rennidegnum eru á myndasavninum í forskúlanum, og enn fleiri myndir eru á forsíðuni á heimasíðuni.

Vika 42

So er fyrsta vikan eftir heystferiuna farin afturum bak. Áðrenn heystferiuna byrjaðu vit hvønn dag við eini spæliløtu uppá 20 minutir, og nú er spæliløtan stytt niður í 15 minuttir, soleiðis at vit nú byrja í sofuni klokkan 08.15.
Hesa vikuna hava vit arbeitt nógv við eini tal-bók, har vit hava arbeitt við tølunum frá 1-7. Týsdagin vóru vit ein gongutúr í góðveðrinum, har vit gingu eftir Gamlavegi, har vit taldu neyst!

Inntil Jólaferiuna hava vit ítrótt ístaðin fyri svimjing, og Mikudagin vóru vit í høllini saman við fyrsta flokki, og tað var mega stuttligt. Vit spældu Skiparin kemur, runnu stafett, spældu banka kjøt og ymisk onnur spøl.
Myndir frá viku 42 koma at hanga í gongini í skúlanum frá Týsdegnum av.

GG: Foreldraviðtalur verða 6 November, og ein listi kemur at hanga í gongini í skúlanum, har tit skriva tykkum upp, soleiðis at tit fáa eitt klokkuslettt, sum passar tykkum fragast.

So var heystfrítíð

So var heystfrítíðin her! Hesa vikuna hava vit arbeitt nógv við rýmum, har vit hava gjørt ymisk øvilsir á teppinum. Eisini hava vit arbeitt við tølum í arbeiðsbókum, har vit hava arbeitt við tølunum 1-5.
Næmingarnir hava verið sera hugagóðir og arbeiðssamir síðan vit byrjaðu í August mána, og vit síggjast aftur  Mánadagin 16 Oktober.


GG

- Vit vilja minna á at tað eru nakrir næmingar, ið mangla at hava dunk ella fløsku við í skúla til matpausurnar.

- Eisini kunnu tit foreldur fyrireika næmingarnar uppá, at eftir heystferiuna koma teir at fáa nýggj pláss í skúlastovuni, bæði borðpláss, pláss í sofuni og á teppinum.

- Eftir Heystferiuna koma vit at hava ítrótt ístaðin fyri svimjing hvønn Mikudag, og hetta verður leisturin fram til jólaferiuna. (Vit fara øll úr skónum í høllini, so teir skulu ikki hava innanduraskógvar við).

Vika 38

Hesa vikuna eru vit so smátt byrjaði við at arbeiða við rýmum & ramsum, og hetta fara vit eisini at arbeiða víðari við í næstu viku. Eisini eru vit so heldig at vit hava fingið nýggjar arbeiðsbøkur, sum vit eisini hava arbeitt við í hesi vikuni.
Týsdagin vóru vit og vitjaðu Mest, har vit m.a vóru í lagrinum, í byggihøllini, niðri í dokkini, og umborð á Róland. Allir sluppu at stýra einum stórum krana, umframt at bora hol í jarnplátur. Hetta var mega kul at prøva! 
Mikudagin vóru vit og svumu saman við fyrsta flokki.
Nú eru bert tvær vikur eftir til heystferiuna, og rennidagur er hvørt ár áðrenn heystferiuna, og vit koma at skriva út á vikuætlanina nær rennidagurin verður.

Vika 37

Mánadagin vóru vit í tveimum bólkum, har helvtin gjørdi ymisk øvilsir á teppinum, meðan hinir gjørdu rørslu øvilsir. Báðir bólkarnir vóru í báðum støðum. Týsdagin vóru vit ein gongutúr, har vit tosaðu um tað, ið vit sóu. Mikudagin hugdu vit eftir myndum frá túrinum frá degnum fyri, har vit teknaðu & skrivaðu um tað, ið vit høvdu upplivað og sæð.
Tað var eingin svimjing í hesi vikuni, og tí vóru vit í høllini saman við 1. flokki. Tað var mega stuttligt! Vit spældu banka kjøt, fangaðu hala og spældu ketta & mús. Eisini hava vit arbeitt við ymsum uppgávum í arbeiðsheftunum.

Í næstu viku fara vit aftur at svimja. Fleiri myndir frá viku 37 verða at síggja í skúlanum frá týsdegnum í næstu viku.

Vika 36

Hesa vikuna hava vit byrjað dagarnar við at samlast í sofuni, har vit hava tosað um ymsar kenslur, vit hava tosað um gleði, keðsemi og um at undrast. Eisini hava vit verið nógv á teppinum, har vit hava gjørt ymisk øvilsir, har vit skulu minnast og hugsa um nøkur ting. Eisini hava vit arbeitt í arbeiðsbókum, sum vit síggja á myndini.
Hósdagin vóru vit í tveimum bólkum, har helvtin arbeiddi á teppinum, meðan hin helvtin arbeiddi við rytmum, og síðani býttu vit um. Myndir frá vikuni verða at síggja á uppslagstalvuni týsdagin í viku 37.

GG: Frá í næstu viku av fara vit at hava 3 tímar týsdag og 4 tímar fríggjadag í staðin. Skemaið er broytt her á heimasíðuni, so tit síggja skemaið har.
Tískil skulu matpakkar ikki leggjast inn í køliskápi í køkinum týsdag & mikudag, tí teir dagarnar verður matpakkin etin í Varðanum.

Vika 35

Sum vant so byrja vit dagin við at samlast  samlast í sofuni, har vit hava tosað um dagar, mánar, kenslur, veðrið o.s.fr. Sum vit síggja á myndini, so hava vit eisini arbeitt nógv niðri á teppinum, har vit hava arbeitt við ljóðum og tølum. Týsdagin vóru vit úti, tað regnaði eitt sindur, men vit vóru væl ílatin. Vit gingu eftir gamla vegi, har vit snakkaðu um flóð & fjøru, ferðsluna o.s.fr. Mikudagin vóru vit og svumu, og tað var mega skeg. Nakrar myndir frá viku 35 koma at hanga á uppslagstalvuni í skúlanum.

Vika 34

So er fyrsta heila vikan í forskúlanum komin at enda. Í hesi vikuni hava vit gjørt ymisk lurti øvilsir á teppinum, arbeitt við ymsum liti uppgávum, lært um árstíðir, vikudagar o.s.fr. Týsdagur er útidagur, og hesa vikuna vóru vit ein gongutúr, har vit gingu í síðum grasi, og máttu ansa okkum fyri grøvum og runudíkjum. Mikudagin vóru vit og svumu fyri fyrstu ferð, og hetta var ordiliga skeg. Vit svumu saman við 1. flokki, og vit gleða okkum til næstu ferð.

Fleiri myndir frá viku 34 verða at síggja á uppslagstalvuni í skúlanum.

 

Vika 33

Hesa vikuna hava vit vant okkum við at fara í morgunsang, og vant okkum við skúlaklokkuna. Vit hava spælt og teknað nógv, og tað hevur verið sera stuttligt. Eisini hava vit arbeitt við vikudøgunum, og vit hava arbeitt niðri á teppinum, har vit hava brúkt hoyrisansin til at lurta eftir tingunum rundanum okkum.

Vit hava avgjørt at týsdagur er útidagur, so týsdagin í komandi viku fara vit út ein túr. Svimjing er mikudag :)